Page 103 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 9 - Jákup Dahl
So hoyra vit til síðst eisini um hin unga, sum vax upp í Nazaret.
Men barnið vax og styrknaði og varð fult av vísdómi, og náði Guðs var
yvir honum, soleiðis verður sagt um Jesus.
Vaxa í aldri, tað gera vit øll, tað gongur av sær sjálvum.
Men at vaxa í styrki og at fyllast av vísdómi, er tað ikki hetta, sum vit
fegin vildu ynskt ungdómi okkara? Hvat kann betri vera fyri tey enn
at eiga styrki til at standa ímót illum freistingum, til at stríðast fyri tí,
ið gott er, og til at vera trúgv móti Guði og sannleiksrøddini í teimum
sjálvum? Hvat kann teimum gagnligari vera enn at ognast slíkan
vísdóm, at tey duga at skilja hitt sanna frá falsi og í øllum førum halda
seg til tað, ið gott og rætt og sámiligt er?
Er slíkur vøxtur hjá ungdómi okkara? Og eru viðurskiftini í heimunum
hjá okkum sjálvum og í landi okkara soleiðis vorðin, at tað kunna vera
øll góð líkindi fyri slíkum vøxtri?
Tað er bøn okkara, at náði Guðs, sum var yvir Jesusi, eisini má vera
yvir okkum øllum, bæði gomlum og ungum, so at alt í okkum, í lívi og
verki, má vera til Guðs æru.
Amen
Brot úr lestri til sunnudag millum jól og nýggjárs Luk 2,33-40, “Í lýsing”, eftir
Jákup Dahl.
Til skúlabrúks umsetti hann eina danska bíbliusøgu og lítlu katekismus
hjá Luther.
Til deknatænastuna gav Jákup Dahl í 1934 út prædikusavnið “Í lýsing”.
Hetta savn er málsliga nógv lættari at lesa enn Nýggja Testamenti, tí her
kundi Jákup Dahl skriva frítt. Eftir deyða hansara kom út prædikusavnið
“Meðan hildið verður heilagt”.
101