Page 104 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Tjaldur, ver vælkomið
Tjaldur, ver vælkomið til okkum heim,
frá ókendum, fjarskotnum londum!
Tú bert okkum boð um ein ljósari dag,
at nú er brátt summar í hondum.
Ein dagin, mín sál var so vetrarstird,
eg gekk mær mót havinum vestur;
eg hoyrdi títt ”klipp”, tað vælkenda ljóð,
tú kærkomni summargestur.
Men kemur tú, tjaldur, ár eftir ár,
tú, boð um ljósari tíðir,
so skal tað kennast um landið alt,
tað tekur at sumra umsíðir.
Lat sólina skína um dalar og fjøll,
grønkast lat heiðar og líðir!
Tí øll vit leingjast mót lívgandi sól,
vónandi sælari tíðir.
Jákup Dahl
102