Page 105 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 9 - Jákup Dahl
5. juni í 1978 varð standmynd
av Jákupi Dahl avdúkað í Vági.
Fyrsta standmynd, sum reist var
yvir ein føroying. Tá helt Eivind
Vilhelm, varabiskupur, røðu, har
hann m.a. segði, at Jákup Dahl
gav Føroya kirkju Guds orð á
móðurmálinum, og at hann við
sínum týðingum og útgávum
skapti føroyskt kirkjumál.
Jákup Dahl doyði 5. juni í 1944
á føðingardegi sínum.
Tá Jákup Dahl fór til gravar høvdu fransiskanasystrarnar saman við
skúlabørnum sínum og øðrum skúlabørnum breitt sóljur á vegin frá
kirkjudurunum til kirkjuportrið. Har var skrivað við smáblómum:
Seinasta heilsan frá øllum børnunum
. Sóljan var yndisblóma Jákup Dahls.
Vert er eisini at nevna, at Jákup Dahl gav út “Altarbók” í 1929, at hann
eigur feiri upprunasálmar í Sálmabók Føroya Fólks eins og ein hóp
av týddum sálmum. Harafturat skrivaði hann m.a. væl kenda sangin
“Tjaldur ver vælkomið” á grækarismessu í 1907.
at tá Jákup Dahl hevði 25 ára
starvsdag sum próstur, varð
hann gjørdur heiðursborgari í
heimbygdini, Vági.
Standmynd av Jákupi Dahl uttan fyri kirkjuna í
Vági, 1978, eftir Janus Kamban (1913-2009)
varabiskupur · heiðursborgari
103