Page 111 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Brot úr søguni ”Knívurin”,
eftir William Heinesen
Kap. 10 - Val og vanar
Gott og ónt
Gud skapti alt so sera gott, sigur Bíblian, men hon sigur eisini, at henda
sæla vardi stutt. Sum frá leið kom líðing, óndskapur og harðskapur inn
í heimin. Tá so Káin drap bróður sín Ábel, varð staðfest, hvussu lítið í
grundini skal til at fáa eitt menniskja at fremja brotsverk.
Alt síðan tá hava menniskju eisini grundað yvir, hvar Gud er í øllum
teimum líðingum, sum fólk dragast við.
Í skapanarsøguni lesa vit einki um, at djór eru skapt ónd, heldur ikki
slangan í Eden, sum fekk Evu og Ádam at falla. Ádam og Eva kundu
eta av øllum trøum í urtagarðinum, men ótu tey av træi kunnleikans,
skuldu tey vissuliga doyggja. Tað gjørdu tey, og stríðið millum tað góða
og tað ónda hevur hildið fram síðan tá.
“Gev mær handa knívin, Marselius!” segði hann.
Eg stakk hondina í lumman og treiv um knívin, meðan eg førkaði meg
eftir hæli at úthurðini.
“Gev mær handa knívin!” Tók hann strangliga uppaftur.
Eg snúði mær brádliga og hvarv útum, niður trappurnar, rann eftir
teimum morguntómu gøtunum og støðgaði ikki fyrr enn niðri í fjøruni.
Her slapp eg mær inn í eitt neyst, leyp upp í tann tóma bátin og setti
meg í rongina. Eg tók knívin upp, eg drifti hann millum fngrarnar. Eg
var eitt sindur illur við Reyða Fana, tí hann hevði fngið øði í Idu og
pápa. Satt at siga ræddist eg hann eisini eitt sindur. Men eg elskaði hann.
Eg legði hitt lívshættisliga blaðið upp móti barkanum á mær og tonkti:
um eg nú stakk ....! Ein kitlandi kensla fór ígjøgnum meg allan.
Skýmligt var í tí lága neystinum. Á einum bita hingu tríggir blástir
grindakíkar. Enn vóru teir bert hálvturkaðir og doyvandi roykur gekk
av teimum. Eg reisti meg alt í einum og høgdi knívsoddin inn í tann
fremsta. Suffandi seyraði luftin út úr honum. Eg kruvdi ein afturat og
hoyrdi hann andast. Tá hoyrdust fet úti á dráttinum. Eg hoykti meg
niður og goymdi meg í bakskutinum.
Fetini hvurvu. - -
So var tað triði kíkurin, hvussu við honum?
grundað yvir · rongina · drifti · grindakíkar · bakskutinum
109