Page 112 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Royndin
Tá vit hoyra frásagnir frá Seinna veraldarbardaga, halda tey festu, at
slíkar illgerðir kunnu bara fá fáa seg at fremja.
Tað undraði sosialsálarfrøðingin Stanley Milgram (1933-1984), at Adolf
Eichmann í rættinum vardi seg við, at hann bara gjørdi eftir teimum
boðum, hann fekk.
Stanley Milgram setti sær fyri at kanna, hvussu langt vanlig fólk vildu
fara undir einum ávísum trýsti.
Royndina gjørdi hann í 1961 í Amerika. Hann lýsti í bløðunum eftir
fólki, sum vildu taka lut í eini innlæringarroynd.
Hann fekk 40 menn í aldrinum 20-50 ár at taka lut, ein í senn. Tað,
hann veruliga vildi kanna, var
n
Hvussu langt er eitt menniskja sinnað at fara, um tú gevur tí boð
um at pína ein annan?
n
Nær noktar hetta sama menniskjað at lýða boð og gevst?
Adolf Eichmann
Adolf Eichmann, føddur í 1906, var týskur
offserur undir Seinna veraldarbardaga.
Hann varð mettur at vera ein høvuðsmaður
handan Holocaust, jødatýningina, har 6 mió.
jødar vórðu tiknir av døgum frá 1933-1945.
Eftir kríggið fýddi Adolf Eichmann til
Argentina, men í 1960 varð hann fangaður
og førdur til Ísraels, har hann varð dømdur
fyri brotsverk móti mannaættini. Hann varð hongdur í Jerúsalem
1. juni í 1962.
at Adolf Eichmann fjaldi seg
handan dulnavnið Ricardo
Klement, og at hann arbeiddi
fyri Mercedes­Benz í Argentina.
Stanley Milgram
sinnað · dulnavnið
110