Page 113 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 10 - Val og vanar
Royndin var soleiðis
Menninir fngu at vita, at royndin skuldi vísa, um pína økti innlæringar-
evnini hjá fólki. Teir skuldu vera “lærarar” og spyrja ein “næming,” sum
sat í einum øðrum rúmi, nakrar spurningar.
Næmingurin tók lut við fríum vilja, varð sagt. Svaraði næmingurin rætt,
hendi einki, svaraði hann skeivt, skuldi lærarin geva næminginum ein
elektriskan stoyt, verri fyri hvørt skeivt svar.
Tað, lærarin ikki visti, var, at alt var sjónleikur, og at eingin stoytur
náddi næmingin. Øll róp, bank og bøn um náði vóru spæl.
Næmingurin skuldi við vilja svara skeivt tríggjar av fýra ferðum. Bilsin
gjørdist Stanley Milgram, tá hann sá, at 26 menn góvu sínum næmingum
450 volt, hóast tað var týðiligt, at tað beyð teimum harðliga ímóti, og at
tað var týðiligt, at næmingurin var uttan vit ella var deyður. Teir gjørdu
tað, tí teir fngu áhaldandi boð um tað. Bara fmm góvust við 300 volt
og fýra við 315 volt.
Sama roynd varð gjørd aðrastaðni í heiminum bæði við monnum og
kvinnum. Úrslitið var tað sama. Nógv mótmæltu hesum royndum, og
ongar slíkar hava verið gjørdar síðan.
Tó varð royndin endurtikin í 2008 við stoytum undir 150 volt, men
annars á sama hátt. Úrslitið var tað sama, festu luttakarar søgdu seg
vilja halda fram til 450 volt, um teir fngu boð um tað.
Stanley Milgram kom til ta niðurstøðu, at fólk framdu gerðina av tí at
n
Tey trúðu, at tey gjørdu eina góða gerð
n
Royndin fór fram á einum kendum lærdum háskúla
n
Vísindamaðurin sat í sama rúmi og gav boð
n
Næmingurin eins og lærarin tók lut av fríum vilja
n
Alt gekk fyri seg handan afturlatnar dyr
n
Lærarin fekk stutta tíð at umráða seg í, tá boð komu um
at halda fram
Kanningarleiðarin (K) gevur læraranum (L) boð
um at geva nærminginum (N) stoyt, tá hann
svarar skeivt.
N
L
K
111