Page 114 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Mørk
Í søguni um Káin og Ábel undrast vit á, at Káin fekk seg til at vera
so óndur við bróður sín. Sannleikin er, at vit øll hava ein lítlan Káin í
okkum. Vit taka kanska ikki lívið av bróður okkara, men vit gera okkum
ofta samsek við at lata sum einki, tá vit áttu at gjørt okkurt.
Hetta sigur okkum, hvussu týdningarmikið tað er at verða varugur við,
hvar mørk okkara eru.
Tað er júst í tannárunum, at vit fáa nýggjar vinir ella feiri vinir. Tað er so
mangt, vit hava hug at royna bæði av einum og øðrum. Vit mugu velja,
og tað er týdningarmikið at velja rætt.
Sáa ein tanka, heysta ein gerð
sáa eina gerð, heysta ein vana
sáa ein vana, heysta ein lívsstíl
sáa ein lívsstíl, heysta eina lagnu.
112