Page 115 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 10 - Val og vanar
Hvat hevur týdning?
Tað byrjar í tí smáa, vit geva okkum ikki altíð far um teir tankar, sum
koma og fara. Men um ein tanki, góður ella óndur, í heilum rekur
framvið, kann hann at enda verða til eina gerð. Tað er her, vit eiga vera
á varðhaldi og spyrja okkum sjálv.
At hava góðar vanar ella siðir er ein vinningur, men kanska ikki altíð so
lætt at ogna sær. Tað er eitt úrslit av tí, vit eru von við heimanífrá, og so
vanar, vit hava ognað okkum á annan hátt. Tað kann vera í skúlanum, í
vinalagi, ítrótti, skótalívi ella aðrastaðni. Øll hesi støð hava týdning nú
og framyvir.
Skúlin hevur týdning nú, av tí at hann hevur týdning framyvir. Um tú
ætlar tær at fáa eina útbúgving og at klára teg, so er tað í skúlanum,
at grundin verður løgd. Tað er eisini við at ganga í skúla, at tú lærir at
verða áhaldin, tolin og at stríðast fyri tí, tú vilt náa. Nú á døgum krevja
so at siga øll arbeiði útbúgving.
Vinalagið hevur týdning nú, av tí at tað hevur týdning framyvir. Tað
er millum vinir, at vit læra at bera okkum at sosialt og vaksa sum
menniskju. Tað er í vinalagi vit læra, at vit mugu lata fyri at fáa, at vit
virðismeta og verða virðismett. Vinir ávirka okkum á ymsan hátt. Vit
kunnu hava góðar vinir, sum ávirka okkum til tað góða, og tað kunnu
vera vinir, sum halda okkum frá tí góða, vit helst vildu gjørt. Tað er
saman við vinum, vit seinni í lívinum kunnu minnast aftur á farna tíð.
Er heta ræt?
Er heta gagnligt?
Hvat kann heta føra til?
Trivnaður merkir eitt samspæl
millum ein persón og tað
umhvørvið, hann ella hon er í.
Skúlaumhvørvið er tann málburður,
tær reglur, tey virði og teir vanar,
sum mynda skúlan, og eru
gróðrarbotnur fyri frálæru og
sosiala lívinum í skúlanum eins
og grundarlag undir, á hvønn hátt
allir næmingar koma til orðanna.
varðhaldi · gagnligt · gróðrarbotnur
113