Page 116 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Brot úr Fólkaskúlalógini kap. 1
§ 2
. Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í
samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika,
fmi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í
fjølbroyttu, persónligu menningini.
Stk. 2.
Fólkaskúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving,
virkishugi og djúphugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sann-
kenning, sítt hugfog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni
til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín
sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.
Stk. 3.
Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at
geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Hann skal við
støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska
mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna
við náttúruna. Hann skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð,
samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag.
Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi,
tollyndi, javnvirði og fólkaræði.
Eigi eg at varða um bróður mín
Frú Henriksen hevði eina íbúð við átta rúmum. Seks leigaði hon út, og
tvey hevði hon sjálv, men tey stóðu ofta tóm, tá hon vitjaði børn síni
á bygd. Vit, leigarar, góvu okkum ikki far um, um hon var burtur ella
heima, tí hon var ein still og friðarlig kona og eitt sindur deyv. Vit sótu
væl um sátt.
Vit vóru øll somul ung og fátøk, men vit vóru sparin og høvdu tað ofta
stuttligt. Tað var ein góð tíð, haldi eg. Men eitt er, ið nívir meg. Søgan
um Janus. Eg vil helst ikki hugsa um hana, men hon fer óivað at elta
meg, so leingi eg livi. Og tó, alt, ið hendi, mátti henda, tað kundi á
ongan hátt vera mín skuld.
Vit visti einki um Janus og fngu beinanvegin stikni til hansara, eg veit
ikki hví. Okkum dámdi ikki, at hann fekk kamarið hjá Peturi, sum tók
prógv og futti.
Janus var lágvaksin og skeitti, stamaði og hevði stór, reyð oyru. Vit
góðtóku hann ikki, sum hann var. Teir fyrstu dagarnar sóu vit ikki so
nógv til hann, og eg gloymdi næstan, at hann var har.
fmi · málbúnar · sannkenning · fólkaræðisligum · nívir
114