Page 117 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 10 - Val og vanar
So eitt kvøldið, Erika og eg fngu ein drekkamunn inni hjá Lis, bankar á
hurðina, og Lis letur upp. Tað var Janus, sum ætlaði at læna eina sigarett.
Hann fekk eina, men varð standandi í hurðini og stardi at Eriku. Erika,
sum var ein vinalig genta, helt, at hon mátti siga okkurt. ”Nú, dámar tær
at búgva her?” spurdi hon við sínum søta smíli. Jú, honum dámdi væl,
fekk hann sagt, her var jú hugnaligt. Hann varð standandi, men eingin
visti meiri at siga, og at enda takkaði hann fyri sigarettina og fór.
Á ein hátt tóku vit synd í honum, tí hann mundi helst keða seg, men
hann um tað. Hetta var ikki einasta ferðin, Janus kom at læna okkurt,
og var tað ikki at læna, so var tað at bera tað lænta aftur, og hann royndi
altíð at geva meir, enn hann hevði fngið. Harafturat var hann næstan
altíð í gongini, tá tú komst heim á kvøldi, og tá vit vóru í køkinum, kom
hann eisini inn í køkin. Honum gekst illa at tosa, men hann gjørdi sær
ómak.
Tríggjar vikur eftir, at Janus var komin, hevði Erika føðingardag, og
hann skuldi haldast við einari lítlari veitslu.
”Men Janus,” segði Jens. ”Hvussu við Janusi?”
”Tað er jú synd,” helt Erika, ”latið okkum bjóða honum við.”
Vit samdust um at spyrja Lis og Georg. Tey hugdu hvørt upp á annað.
”Nei takk!” segði Lis, ”skulu vit hava hann sitandi og gløa eftir okkum
alt kvøldið? Eru tit rættsiktað?” ”Nei,” segði Georg, “sjálvandi argar tað
hann, um vit útihýsa honum, men hann hevur einki við okkum at gera.
Bjóða vit honum við einaferð, so sleppa vit ikki av við hann aftur.” Vit
máttu geva honum rætt í, at vit máttu sleppa undan Janusi, so vit lótu
við gleði spurningin falla. Tað var gott, at onkur annar gjørdi tað av,
hugsaði eg, so nýttist mær ikki at hava ringa samvitsku.
Brot úr søguni “Eigi eg at varða um bróður mín?”,
eftir Arne Vaage
gløa · rættsiktað
115