Page 118 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
116
• Gud skapti alt gott
• Líðing kom inn í heimin
• Ongin kann siga seg frían fyri onkuntíð at gera okkurt minni gott
• Stanley Milgram vildi vísa á, at fólk fara langt, um tey eru undir
trýsti
• Tað er týdningarmikið at geva sær far um síni mørk
• Vinir hava alstóran týdning
• Skúlin er ógvuliga týdningarmikil
• Øll skulu kenna seg sædd og hoyrd
1. Hvønn týdning leggja tit í sitatini á bls. 108?
2. Kundi royndin hjá Stanley Milgram verðið gjørd í dag?
Hví? Hví ikki?
3. Á hvønn hátt kunnu vit ávirka vinir okkara jaliga?
4. Á hvønn hátt kunnu vit ávirka vinir okkara neiliga?
5. Tosið í fokkinum um, hvussu ein tanki varð til eina lagnu.
Gevið dømi.
6. Hvat heldur tú hendi við triðja grindakíkinum í søguni “Knívurin”?
• Hvat sigur brotið úr Fólkaskúlalógini um skúlaumhvørvið?
• Hvat er tað týdningarmesta fyri trivnað í hesum broti og hví?
• Hvat eigur dentur at verða lagdur á í atferðarreglum skúlans, so at
øll verða sædd og hoyrd, trívast og mennast?
• Lesið trivnaðarætlanir hjá ymsum skúlum á teirra heimasíðum.
Nevnið trý ting, sum siga frá, hví tað er neyðugt at hava slíka
ætlan. Nevnið trý ting, sum tit halda fremja trivnað.