Page 122 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Til sjós
Tá farið varð til útróðrar sungu teir sum oftast
Nu fyr jeg til din Nåde
,
og tá teir komu aftur sungu teir
Lov og Tak og evig Ære
. Hesin siður datt
burtur um tað mundið, tá bátarnir fngu motor.
Gamalt var eisini at sigla ein bát tríggjar ferðir runt við sólini, tá hann
kom fyrstu ferð, og tá hann fór seinastu ferð av bygdini. Tað sama var
galdandi, tá lík skuldi førast av bygdini við báti, men tá varð siglt ímóti
sólini. Enn verða skip og bátar navngivin við dópi. Eitt ørindi, yrkt til
høvið, verður lisið upp, og síðan tveitir gumman eina sjampanjuføsku
móti bógnum. Ørindið hevur altíð eitt orðaljóð so sum, at Harrin skal
signa skip og manning og føra teir aftur við góðum fongi.
Til bjarga og á fjalli
Menn hava eisini havt Gud við í bjargaferð og fjallgongu. Úr Mykinesi
vita vit, at teir løgdu seg á knæ at biðja, bæði tá teir fóru til bjarga, og
tá teir fóru á fjall. Tað vóru ávís støð á leiðini, har teir eisini løgdu seg
á knæ. Hvør maður hevði sína bøn við seg sjálvan. Tá teir komu aftur,
takkaðu teir somuleiðis. Summastaðni verður hetta gjørt enn í dag.
Kirkjugangskona og nýføðingar
Gamal siður var, at kona ikki mátti fara út fyri dyr eftir barnsburð, fyrr
enn hon hevði verið í kirkju. Somuleiðis skuldu nýføðingar ikki út um
eina gátt, fyrr enn teir vóru doyptir.
bógnum · fongi
Morgunsangur í skúlanum á Argjahamri.
Á Hvítanesi vóru nakrir fáir katolikkar. Ein teirra
var Lamba-Pól. Uttan fyri heim hansara stóð ein
lítil steinur, Lamba-Póls steinur. Hvønn morgun,
tá ið hann kom út fyri dyr, krossaði hann seg
framman fyri hesum steini.
120