Page 123 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Signing og vígsla
Gamalt var at goyma bjargalínur á kirkjuloftinum, og alt ilt misti valdið,
tá kirkjan kom undan. Var onkur lýstur friðleysur, men fekk goymt seg
í kirkjuni, kundi eingin drepa hann, heldur eingin myndugleiki.
At víga ein skúla merkir, at biðið verður fyri øllum skúlans virksemi, at
tað má verða øllum pørtum til signingar og Gudi til heiðurs.
At víga eina kirkju merkir, at vit halga Gudi húsið og alt tað, sum har
skal fara fram. Biðið verður eisini um, at her mugu fólk fáa sálarbót.
Heilagt
At halda heilagt kann merkja at leggja alt arbeiðið til viks, men tað
merkir eisini at binda frið til gudstænastu. Ein onnur merking er, at eitt
stað ella eitt hús er øðrvísi enn onnur støð og onnur hús.
Tá vit klokkan seks eitt aftanskvøld hoyra kirkjuklokkur ringja í ein
tíma, ber tað boð um, at nú byrjar ein halgidagur. Fyrr í tíðini var
leygarkvøld eitt aftanskvøld, og brúdleyp, dansur og annað veitslukent
varð ikki hildið leygarkvøld, fyri ikki at órógva sunnunáttina.
Av og á verður tosað nógv um eina lóg, sum eitur halgidagslógin. Tað
er ein lóg, sum sigur, hvussu seint leygarkvøld, ella hvussu langt út á
sunnunátt almenn tiltøk kunnu vera.
Í lógini um Føroysku fólkakirkjuna stendur m.a.
n
Kirkjan er til gudstænastur og aðrar kirkjuligar tænastur
n
Gudstænastur og aðrar kirkjuligar tænastur eru almennar
n
Í kirkjuni skal spekt og sómi valda. Har skal einki vera ella fara
fram, sum stríðir ímóti teirri tign, sum eyðkennir kirkjuna
n
Sóknarprestur gevur boð og leiðbeinir um, hvussu farið verður
fram í sambandi við gudstænastur og kirkjuligar tænastur
Hetta vísir, at kirkjan er øðrvísi enn onnur hús, og at fólk hava ein
ávísan atburð í kirkjuni. Tað sama kann sigast um onnur líknandi støð,
møtissalir og missiónshús. Har fara vit eisini fram við sóma.
bjargalínur · friðleysur · spekt · sómi
at dagurin fyri ein høgtíðsdag
verður kallaður
aftan,
eitt
nú jólaaftan, nýggjársaftan,
páskaaftan, ólavsøkuaftan o.s.fr.
at tá børn fngu nýggj klæði, varð
ofta sagt
Gud gevi tær at slíta
hetta við heilsuni.
Kap. 11 - Gamlir kristnir siðir
121