Page 126 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
124
Gudstænasta
Sambært føroysku orðabókini merkir orðið gudstænasta ein kristin
samkoma ella felags gudsdyrkan, sum vanliga fer fram eftir fastari
skipan við sálmasangi, bøn og prædiku. Í orðinum liggur, at hetta er ein
tænasta fyri Gudi ella Guds tænasta fyri menniskjum. Aðrar samkomur
halda gudstænastu á øðrvísi hátt enn fólkakirkjan og nevna tað møti.
Gudstænastan fer fram á sama hátt um alt landið, bønirnar og
tekstirnir, ið lisnir verða, eru teir somu, og sálmabókin verður nýtt í
øllum kirkjum. Hetta ger, at kirkjufólk kenna gudstænastuna aftur,
hvar tey enn eru í kirkju.
Hámessan gongur eftir fastari skipan, har innihaldið er Bíblian,
játtanirnar, altarbókin, ritualini, sálmabókin og sálmaløgini.
Fyrr í tíðini var hetta stórt sæð kirkjuliga lívið. Nú á døgum verður
hildið, at tað er spell, at kirkjurnar ikki verða brúktar oftari. Tað hevur
havt við sær, at alt feiri prestar og kirkjuráð skipa fyri øðrum
gudstænastum, tónleikagudstænastum, gudstænastum við upplestri,
gudstænastum ætlaðar serligum málbólki o.s.fr.
málbólki · samleikin
Útigudstænasta í Miðstaðarlundini í Fuglafrði.
Gudstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Felags samleikin hjá føroysku
fólkakirkjuni er gudstænastan,
sum verður nevnd hámessa. Tað
er tann vanliga gudstænastan
klokkan 11 ella 12 sunnudag og
halgidagar.
at í føstutíðini eru gudstænastur
eisini mitt í viku.