Page 127 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 12 - Gudstænasta
125
Aftankvirra í Vesturkirkjuni í Tórshavn.
Í Kunoy.
Matiné er ein tónleikagudstænasta
fyrrapart. Matiné er franskt og
merkir morgun.
at minnisgudstænasta fyri sjólátin
er 1. november til minnis um tey,
ið doyðu á sjónum farna árið.
Skótagudstænasta 22. februar er til minnis um Lord Baden-Powell,
sum stovnaði skótarørsluna, og konu hansara, Olava Baden-Powell. Tey
vóru bæði fødd 22. februar.
Heystgudstænasta er ein takkargudstænasta, oftast við øðrvísi inni-
haldi. Her kunnu eisini onnur enn prestur verða virkin í upplestri,
bøn og øðrum. Sálmarnir til eina slíka gudstænstu eru ofta takkar- og
lovsálmar.
Gudstænastan í november er fyri tey, sum hava mist pinkubarn, har tey
kunnu sita í kvirru og tendra ljós fyri sínum kæru, sum fóru.
Aftankvirra er ein kvirr løta, har friður er til djúphugsan. Tónleikur og
andakt eru aloftast partur av gudstænastuni.
MC-gudstænasta er gudstænasta saman við motorsúkklufeløgum.