Page 132 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Einglar
Einar 200 ferðir í Bíbliuni lesa vit um einglar, men vit fáa tó ikki nógv
at vita um teir.
Allar bøkur í Bíbliuni uttan Rutarbók, Esterarbók, brøv Jóhannesar og
Jákupsbrævið nevna einglar.
Orðið eingil kemur av grikska orðinum angelos, ið merkir boðberi
ella sendiboð. Upprunaliga var hetta ikki avmarkað til heitið á teimum
einglum, sum verða umrøddir í Bíbliuni, men ein og hvør, ið varð
sendur við boðum, kundi verða nevndur eingil.
Seráfar
Á hebraiskum máli merkir orðið saráf at brenna. Liturin fyri seráfar
er reyður. Jesaja profetur sá í eini sjón Harran sita á høgum hásæti, og
sleipið av skikkju hansara fylti halgidómin. Rundan um hann stóðu
seráfar, hvør við seks veingjum. Við tveimum fjaldu teir andlitið, við
tveimum fjaldu teir føturnar, og við tveimum hildu teir sær á fogi. Teir
róptu hvør á annan:
Heilagur, heilagur, heilagur er Guð herliðanna, jørðin
øll er full av dýrd hansara. Úr Jes 6,2-3.
Hesi rópini ímillum seráfarnar eru eisini hildin at vera sangur, og
eru seráfarnir tí forsangarar í einglakórinum. Av og á verða teir eisini
avmyndaðir við hørpu í hond. Seinni í sama kapitli hjá Jesaja stendur,
at ein av seráfunum kom fúgvandi yvir til Jesaja. Í hondini hevði hann
glóð, sum hann við klova hevði tikið av altarinum. Hana læt hann nerta
við munn hansara og segði:
Sí, hon hevur nortið við varrar tínar; nú er
misgerð tín burtur og synd tín fyrigivin.
Av kærleika til Guds eru seráfarnir í ævigum ljósi, og glæman frá
teimum lýsir upp Guds trónu.
Kerúbar
Í fyrstu Mósebók lesa vit, at Gud setti kerúbar við logasvørði at verja
vegin til lívsins træ, eftir at Ádam og Eva vóru rikin út úr Paradísi.
Kerúbar verða ofta avmyndaðir sum sfnksar við veingjum. Orðið
kerub ella kerúb er helst í ætt við onnur orð, ið vísa til ævintýrligar ella
sleipið · skikkju · klova
Seráfar við trónu Harrans.
Adam og Eva rikin úr Paradísi, 1445, eftir
Giovanni di Paolo (1403–1482)
at fyrstu tilevnaðu einglar í
Bíbliuni verða nevndir í
2. Mós
25,18-20
. Teir vóru gjørdir av gulli.
130