Page 133 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
ásjón · meiðir · legiónir
undranarverdar skapningar av ymiskum slagi, t.d. drekar ella sfnksar,
sum eru ævintýrdjór við mannahøvdi og djórakroppi.
Hvussu kerúbarnir síggja út, fáa vit at vita í 10. kapitli hjá Ezekiel
profeti. Hann sær í eini sjón frá Gudi myndir av fýra verum. Eftir
útsjónd teirra at døma líktust tær menniskjum, men høvdu føtur sum
kálvar, fýra veingir og fýra andlit, eitt menniskjaandlit, eitt leyvuandlit,
eitt oksaandlit og eitt arnarandlit. At fyta seg nýttu teir eisini eitt hjól,
sum nógv eygu vóru á.
Verndareinglar
Bert tveir einglar í Bíbliuni verða nevndir við navni, tað eru teir báðir
høvuðseinglarnir, Mikael og Gabriel. Teir verða eisini ofta sagdir at vera
verndareinglar hjá okkum menniskjum.
Sjálvt um orðið
verndareingil
ikki beinleiðis verður nevnt í Bíbliuni, so
liggur nakað av hesum í feiri av frásagnunum, vit fnna í skriftunum,
eitt nú í
Matt 26,53 og Luk 22,43.
Orð sum “eingil tín” og “einglar teirra” eru at fnna bæði í Gamla Testa-
menti og í Nýggja Testamenti. Í 4. Mós 20,16 stendur:
Men tá rópaðu vit
til Harrans, og hann sendi okkum eingil, sum leiddi okkum út úr Egyptalandi.
Í Matt 18,10 sigur Jesus um børnini:
Síggið til, at tit ikki vanvirða eitt
einasta av hesum smáu; tí at eg sigi tykkum, at einglar teirra í himlunum
altíð skoða ásjón faðirs míns, sum er í himlunum.
Eisini djevulin kendi til einglavernd, tá ið hann í Matt 4,6 sigur við
Jesus:
Um tú ert sonur Guds, tá stoyt teg sjálvan oman her, tí at skrivað
stendur: Einglum sínum man hann geva boð um teg, og á hondum munnu teir
bera teg, at tú ikki meiðir fót tín á nøkrum steini.
Fleiri ferðir í evangeliunum nevnir Jesus einglarnar í prædikum sínum.
Hann tosar um illgresið, ið akurskurðarmenninir, sum eru einglar,
skulu heinta saman og kasta í eldsovnin
Matt 13, 39, 41 og 49.
Í Getsemane biður Jesus Pætur stinga svørðið í slíðran, tí um hann vildi
hava hjálp, so kundi hann biðja faðirin senda meira enn tólv legiónir av
einglum til hjálpar.
Boðanin, 1712, eftir Paolo de Matteis (1662-1728)
Inni í tí allarheilagasta í
templinum í Jerúsalem stóðu tveir
gyltir kerúbar, ein hvørjumegin
sáttmálaørkina. Í sáttmálaørkini
lógu tær báðar steintalvurnar við
teimum 10 boðunum.
Kap. 13 - Einglar
131