Page 134 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Arbeiðsuppgávur hjá einglum
Í Bíbliuni hava einglar ymiskar arbeiðsuppgávur. Teir kunnu
n
Vísa seg í dreymi
n
Vitja í menniskjalíki
n
Geva mót
n
Bjarga úr vanda
n
Vera boðberar
n
Steðga menniskjum
n
Syngja lovsong
n
Bera menniskju
Einglar vísa seg í dreymi
Ein eingil vísti seg fyri Jósef og bað hann fara til Egyptalands, tí Heródes
ætlaði at drepa Jesusbarnið.
Einglavitjan í menniskjalíki
Ábraham var út ímóti hundrað ára gamal, tá ið hann ein dagin sá
tríggjar menn koma gangandi ímóti sær, har hann sat í tjalddurum
sínum í lundini Mamre við Hebron. Ábraham var blíður við teir og beyð
teimum at hvíla. Hann fekk Sáru at borðreiða fyri teimum. Men hesir
tríggir menninir vóru Harrin og tveir einglar, ið komu við boðum um,
at Sára um hetta mundið árið eftir skuldi eiga son.
Einglar geva mót
Ábraham átti ein son við trælkvinnuni Hágar. Tá ið hann og Sára høvdu
fngið sonin Ísak, vórðu Hágar og sonurin Ísmael biðin um at fara
burtur haðan og út í oyðimørkina at verða. Skjótt var maturin, tey
høvdu við sær uppi, og tey sóu deyðan í eyguni. Men tá kom ein eingil
og styrkti tey. Hágar bar eyga við eina keldu, har tey kundu fáa vatn at
drekka. Tey livdu nøkur ár í oyðimørkini, men seinni giftist Ísmael við
egyptiskari gentu og gjørdist ættfaðir at stórari tjóð.
Hágar og Ísmael í oyðimørkini, uml. 1785, eftir
Grigoriy Ugrumov (1764–1823)
lundini · um hetta mundið
132