Page 135 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Einglar bjarga úr vanda
Nebukadnesar, kongur í Bábylon, hevði tikið Jerúsalem, oytt staðin,
brent templið og hevði ført hópin av fólki burtur til Bábylon.
Nebukadnesar læt seta upp eina stóra skurðgudamynd og beyð, at
øll skuldu falla niður at tilbiðja hana. Har vóru tríggir menn, sum
vóru landsmenn og vinmenn Dániels profet. Teir vildu ikki tilbiðja
skurðmyndina og vórðu klagaðir fyri kong.
Kongur læt teir kasta í ein eldsovn, men Harrin sendi eingil sín til teirra
og teir komu skaðaleysir út úr ovninum. Nú mátti kongur viðganga, at
teirra Gud var hin sanni Gud, tí at eingin kundi hjálpa eins og hann.
Einglar sum boðberar
Tað var eingilin Gabriel, ið kom til ta ungu kvinnuna Mariu í Nasaret
í Galilea og segði henni, at hon skuldi føða son, og at hann skuldi eita
Jesus. Maria gjørdist bangin og helt, at hetta kundi ikki bera til. Men
eingilin segði, at Gud hevði valt hana at verða móðir at hesum dreingi,
ið skuldi gerast mætur, og hvørs kongsveldi skuldi vara um ævir.
Heilagi andin skuldi koma yvir hana, og barnið skuldi verða nevnt sonur
Guds. Maria fall á knæ fyri Gabrieli og játtaði at vera Guds boðum lýðin.
Tá ið hon hugdi upp aftur, var eingilin horvin.
Einglar steðga menniskjum
Fyri at vita, um Ábraham trúði á seg av heilum huga, bað Gud hann
ofra einkasonin Ísak. Ábraham gjørdi, sum hann var biðin. Tað vóru
tung spor hjá honum at ganga ta longu leið úr Beersjeba til Mórialands.
Ferðin tók umleið tríggjar dagar.
Hann laðaði eitt altar, legði brennið á, bant sonin og legði síðani sonin
oman á viðin. Men í tí, hann skuldi drepa sonin, hoyrdi hann ein eingil
sum segði:
Ábraham, Ábraham, legg ikki hond á son tín. Tí nú veit eg, at tú
elskar Guð, við tað at tú ikki aftraði teg at ofra einkason tín.
Tá sá hann ein veðr standa fastan í nøkrum runnum, og varð hann
ofraður í staðin. Eingilin gav eisini Ábrahami boð um, at ætt hansara
skuldi gerast eins fjølment og stjørnurnar á himni.
Ísakur ofraður, 1635, eftir Rembrandt (1616-1669)
einkasonin · aftraði · fjølment
Kap. 13 - Einglar
133