Page 136 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Einglar syngja lovsang
Ta náttina Jesus varð føddur, lógu nakrir seyðamenn og goymdu at
fylgi sínum stutt uttan fyri Betlehem. Við eitt skein ein ljósglæma í
myrkrinum og ein eingil stóð hjá teimum. Hirðarnir ræddust, men
eingilin segði við teir, at hann var komin við góðum tíðindum. Tí í
dag er heimsins frelsari føddur. Tit skulu fnna hann í eini krubbu.
Í somu løtu var luftin full av himmalskum herskarum, sum sungu
og lovaðu Gudi og kunngjørdu frið á jørð. Hirðarnir fóru skundis-
liga hagar, ið stjørnan leiddi teir, og teir funnu bæði Mariu, Jósef og
barnið. Glaðir og takksamir søgdu teir teimum tað, teir høvdu hoyrt
og sæð, og teir lovaðu Gudi.
Einglar bera menniskju
Jesus fortaldi eitt líknilsi um ein ríkan mann, sum einki manglaði.
Har var eisini ein fátækur maður, sum æt Lásarus, ið var fullur av
sárum. Hann varð lagdur við dyrnar hjá tí ríka og ynskti at kunna fáa
seg mettan av teimum molum, ið fullu av borðinum hjá tí ríka. Tá
ið hesin fátæki doyði, varð hann av einglum borin í fang Ábrahams.
at í Malaisia nevna tey frøknur fyri
einglamussar.
Ríki maður og Lásarus.
Einglar geva hirðunum boð um Jesu føðing.
134