Page 140 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Í 400-talinum fáa einglarnir nimbus ella gloriu.
Seinni síggjast teir avmyndaðir við pannubandi
og stavi. Hetta er ein krossstavur ella stavur við
einum jarðarknøtti við krossi á.
Í miðøldini verða einglarnir avmyndaðir í hvítum
kappum við breiðum silkibandi eins og tað
bandið, ið katólskir prestar bera um hálsin undir
gudstænastu.
Tann elsta myndin í kristnari myndlist av eingli
er at fnna í Priscillakatakombuni í Róm. Henda
myndin er frá 100-ára talinum og vísir eingil, ið
boðar Mariu moy, at hon skal føða Jesus.
Í 300-talinum síggjast einglar við veingjum, ið
vísa, hvussu skjótt teir kunnu ferðast.
Einglar í myndlist
Frá fornkirkjuligari tíð og fram til um ár 1700 hevur høvuðstemað í kristnari myndlist
verið Kristus. Tað er tó eingin, ið við vissu kann siga, hvussu Kristus sá út, og tí hevur
hugfogið á myndlistaøkinum havt frítt spæl.
Hugfogið hevur eisini sveimað víða, tá talan er um einglar.
Í fornkirkjuligari myndlist verða einglar vístir sum unglingar, ið ikki eldast.
138