Page 141 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Renesansan, ið vardi frá 15. til 17. øld og vísti
einglabørn ella einglahøvur umgird av veingjum,
og barokktíðin í 17. øld, ið avmyndaði teir smáu,
fttu, naknu einglarnir, fngu ikki størri leiklut,
enn at myndirnar vórðu nýttar til prýðis eins og
mong onnur myndevni.
Í 1400-talinum broytast teir upprunaligu mann-
ligu einglarnir so varliga til meira kvinnuligar
skapningar, at tú valla varnast tað. Gitt verður,
at listamálarar við hesari broyting betur fngu
fram tað fróma andlitsbragdið. Men hesin eingil
í menniskjalíki vann so við og við á myndini av
einum ikki jarðiskum eingli.
Nú var myndin av einglum við yvirnatúrligari megi burtur. Tær gomlu einglamyndirnar,
ið vit eitt nú síggja í russiskum ikonum og gomlum kristnum mosaikkum, komu eins og
úr einum øðrum heimi. Hetta vóru myndir, ið mong ikki hildu vera skaptar av manna
hondum.
Verndareinglar hava altíð verið teir best umtóktu av øllum einglum. Serstakliga í
1800-talinum vóru myndir av verndareinglum nógv útbreiddar. Kendastu myndirnar eru
helst, at vit síggja ein eingil fylgja einum barni ella kanska báðum tveimum, har tey
ganga um vandamikla brúgv, og áin fossar undir teimum, ella tey ganga uttast á einum
bakka, har bratt er niðurfyri. Eisini sást eingilin standa við seingina hjá sovandi barni.
Listamálarin Giotto di Bondone (1266-1337), er
serliga kendur fyri kálkmálningarnar, hann málaði
í Arenakapellinum í Padua í Norðuritalia. Hesir
38 kálkmálningarnir mynda Mariu moy og Jesu
lív umframt dómadag. Sagt verður, at við hesum
málningum varð nútíðar málningalist gróðursett.
Her fáa skapningarnir eins og ein innara lívs-
neista, rúmini verða víst trídimensionalt, og
einglarnir standa fram sum einstaklingar.
Nú var myndin av einglum við yvirnatúrligari megi burtur. Tær gomlu einglamyndirnar,
varnast · fróma · ikonum
Kap. 13 - Einglar
139