Page 142 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Einglar í heimsátrúnaði
Í feiri av heimsins átrúnaðum verður greitt frá einglum ella eingla-
líknandi verum.
Jødadómur:
Einglar eru Guds boðberar og hjálparar, ið verja og revsa
Ísrael.
Kristindómur:
Einglar eru boðberar og hjálparar, og einglar lovsyngja
Gudi.
Islam:
Einglar eru boðberar hjá Allah, og øll hava tveir verndareinglar,
ið skriva alt niður, sum viðkomandi ger.
Hinduisma:
Hevur ikki beinleiðis einglar, men andaligar verur, ið hava
á leið sama leiklut, sum einglar.
Einglar í bókmentum
Nógvir rithøvundar hava einglar við í sínum bókmentum. Í mongum
ævintýrum hjá H.C. Andersen eru einglar, og einglar eru eisini í feiri av
halgisøgunum hjá Selmu Lagerlöf.
alvøkur
140