Page 145 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Einglar í gerandisdegnum
Tað er okkurt løgið við einglum. Teir kunnu tykjast nærverandi, sam-
stundis sum teir kunnu sýnast at vera so langt burturi. Flestu okkara
seta einglar í samband við jólahátíðina, tá vit eru umgird av einglum
í ymsum støddum og evnaðir til á ymsan hátt, vit syngja um einglar,
heingja teir á træið o.s.fr.
Í lýsingum, tónleiki og málningalist verða einglar eisini avmyndaðir og
lýstir á ymsan hátt.
Men orðið “eingil” kann eisini koma fyri í dagligari talu alt árið. Vit
kunnu hoyra onkran taka til um fólk, ið eru serliga blíð og hjálpsom:
Hon/hann er ein eingil
, ella um onkur hevur eina sera vakra sangrødd:
Hon/hann syngur, sum ein eingil
. Men vit kunnu eisini hoyra tað øvugta:
Hann ella hon er eingin eingil.
Hetta kann verða sagt um fólk, sum ikki
skikka sær so væl, sum vit kundu ynskt.
Í einum av sangum sínum syngur Elvis Presley soleiðis um “ein eingil.”
You look like an angel
Walk like an angel
Talk like an angel
But I got wise
You’re the devil in disguise
Oh yes you are
The devil in disguise
Hetta brot kann vera myndatala úr
2. Kor 11,14
at læran um einglar verður nevnd
angelologi.
nærverandi
Kap. 13 - Einglar
143