Page 146 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Sylvia Maddux
Ein vinkona spurdi meg, um eg ikki
hevði hug at svimja, og sjálvt um eg
ikki dugdi so væl, helt eg meg til.
Hetta var seint seinnapartin, og har
vóru bara vit báðar í hylinum, so vit
stuttleikaðu okkum óført.
Eg var í grynru helvtini, tá ið
beiggi hennara kom og bað hana
koma at fáa sær døgurða. Eg skuldi
eisini verið farin upp úr hylinum,
men eg vissaði hana um, at eg nokk
skuldi ansa mær og alla tíðina halda
fast í kantin. Eg hevði tað so gott, at
eg valdi at verða verandi eitt sindur
longur. Við eitt gliðu hendurnar, og
eg misti takið á kantinum og gleið
út í vatnið, ið rakk langt upp um
høvdið á mær.
Eg gjørdist ræðslusligin, meðan
eg aðru hvørja ferð sakk og kom
undan aftur vatnskorpuni. Hvørja
ferð eg kom undan, royndi eg at rópa
um hjálp, men vatnið streymaði inn
í munnin, og eg svølgdi. Hetta hendi
tríggjar ferðir, og eg møddist alt
meira, til eg at enda sakk longur og
longur niður. Eg var sannførd um, at
eg fór at drukna.
Meðan eg sakk, hugsaði eg um
mammu mína og pápa mín, systur
mína og brøður mínar, hvussu hørm
tey fóru at verða, tá ið tey frættu, at
eg var druknað. Tað gjørdi mær so ilt
at hugsa um ta pínu, eg kom at volda
teimum. Eg læt eyguni aftur, meðan
lunguni vóru um at spreingjast.
Skjótt orkaði eg ikki meira at halda
ondini. Síðsti tankin var: Hjálp mær,
Gud!
Við eitt føldi eg trýst aftanífrá. Tað
var eins og sterkir, veldigir armar
lyftu kroppin upp úr vatninum. Eina
løtu var eg um at drukna, og næstu
løtu stóð eg forfard í grynru helvtini
á hylinum. Eg vendi mær við at
takka tí, ið hevði lyft meg upp, men
har var eingin!
Tá visti eg, at tað var verndareingil
mín, ið hevði bjargað mær. Har var
eingin onnur frágreiðing. Mín síðsta,
lítla bøn til Guds var hoyrd.
Kærkomin hjálp
Ljós lýsti í myrkri
Tá ið eg var tólv ára gomul, var eg umborð á einum stórum skipi á veg
heim úr Týsklandi til USA. Pápi mín arbeiddi í herinum, og vit ferðaðust
nógv, so hetta var einki nýtt fyri meg. Men tað, ið gjørdi hesa ferð
serliga, var at ein stórur innandura svimjihylur var umborð á skipinum.
Erling Poulsen
Danin Vamborg var lækni á Tvøroyri
í fmmtiárunum og fór niður aftur í
1957. Til læknadømið hoyrdu eisini
bygdirnar Sandvík og Hvalba, og tí
skuldi hann sum lækni eisini røkja
hesar bygdir, og tað er einari slíkari
ferð, eg skal greiða frá.
Hann hevði verið í Hvalba í
læknaørindum og var nú á veg suður
aftur á Tvøroyri ella upp á Tvøroyri,
sum tað verður sagt norðuri á oyggj.
Tað var um kvøldið og ógvuliga
myrkt og illveður við regni og
stormi, men hann hevði gingið hesa
leiðina so mangar ferðir, so hann
var kunnigur. Lyktina hevði hann
góða, so hann var ikki ræddur, hóast
líkindini ikki vóru av teimum bestu.
Men á Hvalbiarfjalli hendi so
tað, ið var tað ringasta, sum kundi
henda, lyktin sloknaði, og har stóð
hann eina bølamyrka nátt á fjøll-
unum. Men brádliga sær hann eitt
ljós skamt frá, har hann stóð, og
hann fór yvir móti tí. Tað futti seg
undan honum, og hann aftaná, og
tað lýsti honum beint á gøtuna, hann
skuldi ganga.
Soleiðis gekk hann alla tíðina
aftan á ljósið líka til Hvalbiarfjalli
niður um Mannagjógv og oman á
slætt í Trongisvági. Tá hvarv ljósið,
og tá fann hann sjálvur tað, ið eftir
var av vegnum.
Tað er væl skiljandi, at hann var
eitt sindur skakkur av hesum, ið
sær hevði verið fyri, so dagin eftir
fór hann at vitja Eivind Vilhelm,
tvøroyrarprest, at spyrja hann, hvat
hann helt um hetta, sær hevði verið
fyri.
, sigur Eivind,
tað er eingin annar
enn Gud, sum er komin tær til hjálpar
har á Hvalbiarfjalli.
Ja,
sigur Vamborg,
eg veit ikki, hvat
tað var, og eg veit einki at siga.
forfard · líkindini
144