Page 147 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kirsten I. Hoffmann
Eingil Harrans førkaði seg nú undan og
tók støðu í einum tronga, har ikki bar
til at fara til viks, hvørki til høgru ella
vinstru,
4. Mós 22,26.
Móðir og dóttir komu gangandi
eftir gongubreytini, tá ið barnið
knappliga steðgaði eitt sindur frá
einum múri. Mamman royndi at fáa
dóttrina at ganga víðari, men barnið
var sum neglt fast.
Við eitt varð eitt ræðuligt buld-
ur – múrurin var rapaður. Um tær
høvdu hildið fram, høvdu tær uttan
iva doyð á staðnum. Bleik av ótta
spurdi mamman dóttrina, hví hon
júst steðgaði, tá ið hon gjørdi.
Sást tú ikki handa vakra mannin í tí
síða, hvíta kappanum, mamma, spurdi
gentan. Hann stóð beint framman fyri
mær, so eg slapp ikki víðari.
Múrurin
Góða mamma, far ei frá mær,
far ei út um stovugátt;
bið Guðs einglar standa hjá mær,
vera vernd hjá mær í nátt.
Úr sanginum “Góða mamma eg vil sova”
Jacob Hansen
Givnir eru einglar góðir,
ganga ei eg eina má,
ferðum mínum fylgja fróir
fagrir einglar Guði frá;
biði bøn eg, fyri Krist
bera mína bøn teir vist;
syngi sálm eg Guð at æra,
sær hann til mín lut at varða.
Tróndur í Gøtu. Mikkjal á Ryggi
Vælkomin Guðs einglafokkur ver
úr høgum himnasali;
tú skærasta sólskinsbúna ber
í heimsins skuggadali;
tú spáar gott ár, um hart er gler,
til fugl og urt og smalu.
- - -
Tá dansa í ský Guðs einglalið
á sálmarøddum víða,
tá býður Várharra teim Guðs frið,
sum tolgóð hava bíðað,
tá opnar seg himins borgarlið,
tá kom Guðs ríki fríða.
Úr sálminum “Vælkomin Guðs einglafokkur ver”
Grundtvig
Verndareingilin, 1656, eftir Pietro da Cortona
(1596-1669)
Kap. 13 - Einglar
145