Page 151 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
149
Kap. 14 - Mannarættindi
lyndi · split · tilfeingið
Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini
gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir.
Matt 7,12
Í Bíbliuni lesa vit, at menniskjað er skapt í Guds mynd, og fyri honum
eru øll eins góð, hóast vit kunnu vera ógvuliga ymisk av lyndi, hava
ymiskan húðarlit o.s.fr.
Men vit skulu ikki blaða nógvar síður í Gamla Testamenti, fyrr enn vit
síggja, at ikki gongur long tíð, fyrr enn øvundsjúka og stríð tekur seg
upp. Tað ónda hevur lyndi at troka seg inn ímillum allastaðni, taka
valdið og seta split ímillum manna.
Gjøgnum heimssøguna eru mong dømi um, hvussu ymsar tjóðir og
ymiskir ættarbólkar hava verið viðfarin av hervaldum og øðrum, sum
hava hildið seg havt betri rætt til teirra ognir, ella hava hildið seg hava
myndugleika at avgera teirra rætt og lagnu.
Vit kunnu ikki siga, at støðan á hesum øki er stórt frægari í dag, hóast
sagt verður, at vit eru upplýst menniskju, ið skuldu vitað, at vit eiga at
virða hvønn annan og tann rætt, vit øll eiga til jørðina og tað tilfeingið,
vit hava fngið tillutað.
Tað grundleggjandi í orðinum mannarættindi er, at øll kunna liva í
frælsi og á jøvnum føti við onnur í samfelagnum. Men vit mugu sanna,
at hetta als ikki er galdandi fyri øll menniskju.
Hugtakið mannarættindi er einki nýtt fyribrigdi. Í 1776 sæst at lesa í
amerikanska Frælsisbrævinum,
at øll fólk eru skapað líka.
Í 1789 vóru
herrópini í fronsku kollveltingini:
frælsi, javnaður og brøðralag.
Men tó
var veruleikin ein annar, tí øll høvdu ikki javnrættindi. Enn var træla-
hald, og enn var munur gjørdur á frælsum og ófrælsum, monnum og
kvinnum, ríkum og fátøkum. Og ofta vórðu órættvísir dómar feldir.
Í Føroyum eru vit undir donsku grundlógini, sum í 1849 setti í gildi
viðtøkur, sum verja rættindini hjá borgarum landsins.
Manna­rættindi
loyvi at siga
sína hugsan
talufrælsi
trúarfrælsi
útbúgving
Mannarættindi
samvera
við onnur
?