Page 152 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
150
oljubløðum
Sameindu Tjóðir
Vit kunnu tó ikki siga, at enn er friður í øllum heimsins londum, og av
og á hoyra vit í fjølmiðlunum, at heitt verður á ST um at senda friðar-
varðveitandi herlið til lond, har ófriður er.
Eftir teir báðar heimsbardagarnar samtykti ST eina heimsyvirlýsing um
mannarættindi. Henda yvirlýsing kom í gildi 10. desember í 1948. Í
henni eru 30 greinir um grundleggjandi rættindi og frælsi manna.
Seinni hava londini í ST eisini undirskrivað aðrar sáttmálar um fíggjarlig,
almenn, mentanarlig og politisk rættindi, umframt ein sáttmála móti
fólkakúgan.
Tey lond, ið eru limir í ST, hava bundið seg at hjálpa til og virka fyri, at
mannarættindini og grundleggjandi frælsisrættindi verða alment kend
og vird.
Í 1945, tá ið seinni heimsbardagi
var av, avgjørdu tey londini, ið
høvdu barst ímóti Týsklandi, Italia
og Japan, at alt mátti gerast, fyri
at tílík kríggj ikki skuldi verða
aftur. Tey settu á stovn ST og
skrivaðu sáttmála, sum skuldi
tryggja frið og semju millum øll
heimsins lond. Nú eru feiri enn
165 lond limir í ST-felagsskapinum.
Millum mongu ráðini, ið ST hevur,
er eitt trygdarráð, sum við tað
sama kallar inn til fundar, um
heimsfriðurin verður hóttur.
Landslag við faggstong, 1993-94, eftir Marius Olsen, f. 1963
ST-teknið er eitt veraldarkort,
umgirt av oljubløðum. Hetta er
gamalt friðartekin.