Page 153 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
151
Kap. 14 - Mannarættindi
myndug · yvirvaldið · yvirlýsing
Barnarættindi
Í 1959 samtykti ST eina yvirlýsing um barnarættindi. Í hesi yvirlýsing vóru 10 greinir, ið skuldu
verja børnini. Men av tí, at henda yvirlýsing ikki var bindandi fyri londini, varð avgjørt at gera ein
altjóða sáttmála um barnarættindi. Hesin sáttmáli kom í gildi 20. november í 1979, og eru nú 54
greinir í honum, og hann er galdandi fyri øll børn í heiminum. Tað grundleggjandi í hesum sáttmála
er, at miðast skal eftir at gera tað, ið gagnar barninum best. Hildið verður, at best hevur barnið tað í
familjuni. Um hetta ikki er so, má samfelagið tryggja barninum bestu umstøður.
Frælsisrættindi siga okkum, at øll eru fødd sum fræls menn-
iskju og eiga at verða viðfarin eins og kunna liva fræls og trygg.
Borgarlig og politisk rættindi siga, at øll, ið eru myndug, hava
rætt at vera við í samfelagslívinum, í fakfeløgum og politiskum
feløgum. Tey hava rætt til at hugsa, trúgva og siga tað, tey
vilja, og at velja, tá ið val er.
Frælsisrættindi
Borgarlig og politisk rættindi
Búskaparlig og
mentanarlig rættindi
1
2
3
Í høvuðsheitum kunnu mannarættindini verða sett upp í trimum
• Navn og ríkisborgararætt
• Mat, reint drekkivatn, klæði, bústað og nøktandi heilsuviðurskifti
• Frálæru, útbúgving, spæl, frítíð og at brúka síni listarligu evni
• Familjulív. Børnum, ið ongan góðan eiga, skal samfelagið taka sær av
• Samveru við onnur og loyvi at siga sína hugsan
• Frælsi og ikki at vera fyri mannamuni á nakran hátt
• Verju fyri harðskapi, misbrúki og kúgan
• Verju fyri kríggi og pínslu
• Verju av landsins og altjóða lógum
Í stuttum sigur altjóða sáttmálin um barnarættindi, at børn hava rætt til
Búskaparlig og mentanarlig rætt-
indi siga, hvørjar skyldur samfelagið
ella yvirvaldið hevur mótvegis
borgarunum. Øll hava rætt til mat,
klæði, bústað, heilsurøkt, undir-
vísing, arbeiði og frítíð. Eisini hava
øll rætt til at luttaka í mentanar-
tiltøkum.