Page 154 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
152
dúkurin · búmerki
Altjóða Reyði Krossur
Henry Dunant (1828-1910) stovnaði Reyða Kross felagsskapin í 1863.
Hetta hendi eftir at hann, við italska býin Solferino í 1859, sá teir
mongu sorgarleikir, ið kríggið har hevði við sær. Hann royndi, saman
við nøkrum kvinnum á staðnum at hjálpa særdum hermonnum úr
báðum pørtum. Hann sá, at tað veruliga læt seg gera at hjálpa í kríggi
og vanlukkum, um bara fyriskipanin var í lagi.
Saman við øðrum stovnaði Henry Dunant 17. februar í 1863 Reyða
Kross í Genève, og longu í oktober sama ár skipaðu teir fyri teirra fyrstu
ráðstevnuni, har 16 lond vóru umboðað. Eftir ráðstevnuna skrivaðu 12
lond undir tann fyrsta Genèvesáttmálan.
Reyða Kross faggið kom eisini um hesa tíðina. Tað kom úr Sveis, og eru
litirnir eins og í sveisiska fagginum, tó er reyði dúkurin vorðin hvítur,
og hvíti krossurin er vorðin reyður. Reyði Krossur fekk navnið eftir tí
reyða krossinum í búmerkinum.
Tey fyrstu londini í felagsskapinum vóru øll kristin lond. Tá muslimsk
lond byrjaðu at koma uppí, vildu tey ikki hava tann reyða krossin sum
búmerki, tí tey settu hann í samband við krossferðirnar. Tey gjørdu tí
sítt egna búmerki, tann Reyða Hálvmánan. Í 1929 vóru bæði merkini
Búmerki hjá Reyða Krossi og Reyða
Hálvmána
Hjálparfelagsskapir
Umleið tríggir fjórðingar av heimsins borgarum búgva í menningar-
londum, har búskaparliga menningin ikki er komin so langt sum t.d.
í Evropa. Teimum manglar pening til vatnveiting, ídnaðarmenning,
heilsuverk, skúlar v.m. Flestu av hesum londum eru í Suðuramerika,
Afrika og í Ásia.
Mong menningarlond hava eisini náttúrutrupulleikar at stríðast við.
Tað kann vera turkur, vatnfóð ella jarðskjálvti. Í summum londum er
kríggj. Alt vanlukkur, ið krevja mong mannalív og hava neyð og fótta-
fólkatrupulleikar við sær.
Eftir 2. heimsbardaga fóru lond í samstarv um at royna at loysa nakrar
av trupulleikunum í menningarlondunum, og feiri hjálparfelagsskapir
hava gjørt eittmegnar arbeiði áhesumøki. Tó erueisini felagsskapir, ið eru
væl eldri, og sum hava verið ógvuliga virknir at hjálpa, tá á hevur staðið.
Innsavning fyri Reyða Kross.
mýggjabitanet til 30 fólk
at verja móti malaria
pakkar við mati til 20
vanlukkurakt
útbúgving til 4 heima-
røktarar til aidssjúklingar
reint vatn til 90 børn í
eitt ár
50 kr.
85 kr.
100 kr.
150 kr.
Hvat fæst fyri peningin í
menningarlondum?
Um tú hvønn mánað í eitt ár letur