Page 155 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
153
Kap. 14 - Mannarættindi
Nobel friðarheiðurslønina
Reyði Krossur gevur fólki mat í eini fóttafólkalegu í Georgia.
alment viðurkend, og bæði eru nú vard undir Genèvesáttmálanum. Í
1986 var almenna navnið á alheimsfelagsskapinum broytt: Altjóða
Reyði Krossur og altjóða Reyði Hálvmáni.
Reyði Krossur hevur fngið Nobel friðarheiðurslønina fýra ferðir. Fyrstu
ferð var í 1901, tá ið Henry Dunant, sum tann fyrsti nakrantíð, sjálvur
fekk hana. Síðan er hon latin felagsskapinum í 1917 og í 1944 fyri
hjálpararbeiði, gjørt varð undir heimsbardøgunum. Og seinast í 1963 fyri
arbeiði í eina heila øld.
Í 1926 varð Reyði Krossur í Føroyum settur á stovn sum ein deild
undir danska felagsskapinum. Í 1992 varð navnið broytt til Føroya Reyði
Krossur og er nú ein sjálvstøðug deild undir danska felagsskapinum.
Reyði Krossur veitir í dag menningar- og vanlukkuhjálp um allan heim
og arbeiðir fyri mannarættindum.
Tá Reyði Krossur Føroya varð 75 ár, vórðu hesi
frímerki givin út.