Page 156 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
154
sjónarhorni · brúkslutir
Búmerkið hjá Neyðhjálp
Fólkakirkjunnar er fskurin settur
mitt á ein jarðarknøtt ella á ein
borðisk og skal ímynda lív til
heimin.
Neyðhjálp Fólkakirkjunnar
Neyðhjálp Fólkakirkjunnar varð sett á stovn í 1922. Høvuðsendamál
felagsins er at berjast móti hungursneyð. Annars at hjálpa teimum fátæku
til eitt virðiligt lív uttan mun til átrúnað, rasu ella politiska áskoðan.
Arbeitt verður út frá einum kristnum sjónarhorni við virðing fyri øllum
mannarættindum og fyri, at øll menniskju er eins verd.
Neyðhjálp Fólkakirkjunnar hevur sínar røtur í donsku fólkakirkjuni.
Felagsskapurin hjálpir neyðstøddum um allan heim.
Samstarvað verður eisini við aðrar hjálparfelagsskapir, m.a. ACT Alliance
(Action by Churches Together), ið er ein heimsumfatandi felagsskapur,
har feiri enn 100 kirkjur og aðrir hjálparfelagsskapir eru við.
Slagorðini hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar eru:
Vit trúgva á eitt lív áðrenn
deyðan
. Í hesum liggur teirra grundleggjandi áskoðan um arbeiðið við
neyðhjálp.
Fiskurin, sum er í búmerkinum hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar, er eitt
kristið eyðkenni, ið gongur aftur til fyrstu tíð teirra kristnu. Fiskurin
kemur frá frásøgnini í evangeliunum, tá ið Jesus gav teimum svongu
at eta, fmm breyð og tveir fskar. Eisini hava bókstavirnir í grikska
orðinum fskur, IKTYS, samheiti við orðini: Jesus Kristus Guds Sonur
Frelsari.
Tað eru annars nógvir aðrir felagsskapir, umframt einstaklingar, ið gera
eitt megnar arbeiði at bøta um hjá teimum, ið hava hjálp fyri neyðini. Her
á landi hava vit feiri, ið eru farin út í onnur lond at rætta eina hjálpandi
hond. Onnur savna støðugt inn pening, klæði, og brúkslutir, ið tey føra til
støð, har alt verður móttikið við takksemi og gevur teimum, ið har búgva,
eina betri framtíð.
Afrikanskt barn leitar eftir mati í ruskdunganum.
Iesous Jesus
Kristos Kristus
Theos Guds
Yios Sonur
Soter Frelsari
Á grikskum merkir IKTYS