Page 163 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Gleð teg við teimum, sum eru glað.
Paulus ápostul
Kap. 15 - Um tú vilt gleði vinna
Hvat er gleði
Gleði kann vera so nógv. Tað kann vera gleði, ið kemur so at siga av sær
sjálvari, tá ið okkurt óvæntað hendir okkum. Vit hitta onkran, ið vit als
ikki høvdu væntað at sæð, ella vit fáa eina óvæntaða gávu. Tað kann vera
okkurt vakurt í náttúruni, kanska sólsetur eitt vakurt summarkvøld ella
ein mjúkur, fttur hundahvølpur o.s.fr.
Vit hava øll í okkum evnini at gleðast. Kenslan av gleði hevur góð árin á
okkum. Tað er tí týdningarmikið at royna at hava tað gott og at gera tað
vit gera við gleði og nøgdsemi.
Um vit eru í góðum lag, hevur tað eisini ávirkan á tey menniskju, vit eru
saman við, og teimum dámar at vera saman við okkum. Tá er ofta skjótt
til bros og látur, og alt fellur lættari.
Eingin sleppur undan truplum støðum, men tað vísir seg ofta at vera
lættari at koma ígjøgnum og klára truplar støður, tá vit eru í góðum lag.
Nógv er at gleðast um, men alt kemur ikki av sær sjálvum. Vit mugu
eisini gera okkara til at fnna og njóta allar tær løtur, vit hava møguleikar
at gleðast saman við vinum og skyldfólkum.
Kenslan av gleði ella eydnu er ein av bestu og størstu kenslum, vit
kunnu hava. Tað er so nógv, ið birtir hesar kenslur.
Vit kunnu gleðast um smálutir, hendingar, tankar og hugløg. Vit kunnu
gleðast um tað, ið hendi her og nú, um tað, ið hendi í gjár, ella um tað,
ið væntandi fer at henda. Vit gleðast um sólsetur, eina heilsan, eitt smíl,
ein hugaligan tanka, ta góðu samvitskuna, ja, vit kunnu enntá gleðast,
tí vit eru glað.
Men gleðin kann eisini koma sum fossandi virkishugur, sum eisini
ávirkar onnur menniskju, og gevur teimum eyka orku til tað, ið gerast
skal. Mong ítróttafólk kunnu eisini taka undir við hesum, tí tey megna
nógv betur uppgávuna, tá ið tey eru glað og jalig.
Ein onnur gleði er, tá vit kenna, at tað, vit gera, er rætt og gott.
bros · hugløg · virkishugur
161