Page 166 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Vegurin til eydnu
Einaferð var tað ein maður og ein kona, ið høvdu ein lítlan garð. Hann
var ikki serliga stórur, men við felags hjálp, stríði og strevi gjørdist hann
enn størri, og maðurin og konan gjørdust ríkari og ríkari.
Soleiðis gingu 35 ár. Bóndin var nú rættiliga ríkur og hevði fleiri
tænastufólk at hjálpa sær við arbeiðinum á garðinum.
Fólk á staðnum misuntu honum og søgdu:
Hasin hepni og eydnusami
maðurin, ja, hann hevur nóg mikið av øllum. Honum nýtist ikki at ynskja seg
deyðan.
Men við eitt fór at ganga skeivan veg.
Ein sonur teirri doyði í klandri. Ein annar sonur hevði konu, ið sáaði split
í, so pápin varð noyddur at skifta við sonin og lata hann fyta heiman.
Nakað eftir hetta doyði ein dóttir teirra. Sjúka kom ímillum seyðin – og
um 70 ára aldur átti maðurin einki.
Ein granni, ið hvørki var ríkur ella fátækur, bjóðaði bóndanum og
konuni at búgva hjá sær. Har skuldu tey bara takast við tað arbeiði, tey
høvdu orku til.
Tey bæði gomlu takkaðu fyri tilboðið, og ikki gekk long tíð, fyrr enn tey
kendu seg heima har á garðinum. Hetta undraði mong.
Einaferð fngu tey gestir á garðinum. Tá ið tey hoyrdu um gamla mannin
og konuna, vildi ein teirra fegin hoyra, hvat tann gamli bóndin hevði at
siga um støðu teirra. Gamli maðurin og konan komu innar.
Nú, gamli, helt tann forvitni gesturin fyri, er tað ikki torført hjá tær, tá ið tú
sært okkum, at hugsa um tað lív, tú fyrr hevði, og tær syndarligu umstøður,
tú nú hevur?
Tá fenti bóndin og segði:
Um eg sjálvur vildi greitt tær frá míni eydnu og
óeydnu, hevði tú uttan iva ikki trúð mær, spyr tí heldur konu mína. Hon er
før fyri at siga tær sannleikan. Hon kann greiða tær frá øllum.
Gamla konan tók síðani orðið:
Maður mín og eg hava livað saman í hálvt-
hundrað ár og leitað eftir eydnuni.
Eydnuna funnu vit ikki fyrr enn fyri tveimum árum síðani, tá ið vit einki
áttu longur og máttu fnna okkum arbeiði hjá øðrum. Nú hava vit funnið ta
sáaði split í · hálvthundrað
164