Page 167 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 15 - Um tú vilt gleði vinna
veruligu eydnuna. Tað er einki annað, vit ynskja okkum.
Bæði vertsfólk og gestir undraðust á svarið.
Og konan helt fram:
Hetta er sannleiki, eg sigi. Í hálvthundrað ár hava vit
leita eftir eydnuni, men so leingi vit vóru rík, funnu vit hana ikki. Men nú,
vit einki eiga og mugu búgva hjá øðrum, hava vit funnið eydnuna, og okkum
nýtist einki annað. Hvør er so hendan eydnan, varð spurt.
Tað kann eg lættliga siga tykkum. Tá vit vóru rík, høvdu vit ikki stundir til
nakað, ikki stundir at tosa saman ella stundir at biðja til Gud.
Vit høvdu nógvar sorgir og stúranir. Vit vóru bangin fyri, at úlvurin skuldi
taka eitt fyl ella ein kálv frá okkum, ella at tjóvar skuldu stjala ein av
hestunum.
Tá vit fóru til hvíldar, sovnaðu vit ikki, tí um nú ærnar løgdu seg á lombini.
Ella vit stúrdu fyri, um vit høvdu nóg mikið av fóðri til veturin. Men tað var
ikki tað ringasta, tí av og á gjørdust vit ósamd. Hann helt fast við sítt og eg við
mítt, og vit fóru at skeldast.
Soleiðis livdu vit frá einari stúran til aðra frá synd til synd, og vit vóru
ongantíð eydnusom.
Men nú! Nú fara vit bæði samd á føtur um morgnarnar. Vit tosa kærleiksfult
og hampiliga saman, skeldast ongantíð og stúra ongantíð fyri nøkrum. Nú
hava vit stundir at tosa saman og at hugsa um sálarstøðu okkara og at biðja
til Gud. Í hálvthundrað ár leitaðu vit eftir eydnuni, men nústani hava vit
funnið hana.
Gestirnir fentu. Men maðurin helt fyri:
Flennið ikki, brøður, hetta er ikki
skemt, soleiðis er mannalívið.
Kona mín og eg vóru býtt, tá ið vit grótu um missin av ríkdómi okkara. Men
Gud hevur latið upp eygu okkara. Tað er ikki fyri at stuttleika tykkum, men
fyri tykkara egnu skuld, at vit hava avdúkað tykkum sannleikan.
Og gestirnir hildið uppat at fenna og gjørdust rættiliga hugsanarsamir.
Leo Tolstoj
vertsfólk · stúranir
165