Page 168 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Paulus sigur soleiðis um gleði.
“Men ávøkstur andans er:
kærleiki, gleði, friður, langmóð,
mildi, góðvild, trúskapur, spakføri,
fráhald.”
Gal 5,22
“Men vónarinnar Guð fylli tykkum
við allari gleði og friði í trúnni,
so at tit mega vera ríkir í vónini
við kraft heilaga andans.”
Róm 15,13
“At tó at tey vórðu nógv roynd í
trongd, hevur gleði-ríkdómur teirra
og hin djúpi fátækdómur teirra
fotið yvir í gávumildi-ríkidømi
teirra.”
2. Kor 8,2
Dalai Lama
Sambært Dalai Lama, so er eydnan skylda heldur enn rættindi, tú hevur.
Eydnan er ikki nakað, tú kanst vænta, at onnur borðreiða fyri tær ella
fáa til vega fyri teg. Tú hevur sjálvur lykilin til tína egnu eydnu, og tað
er tú, ið skalt seta lykilin í lásið. Tann ábyrgdin liggur ikki á nøkrum
øðrum. Tú kanst hvørki krevja ella vænta eydnu.
Dalai Lama er andaligur leiðari hjá
buddistum í Tibet. Tann núverandi
Dalai Lama, Tenzin Gyatso, føddur
1935 er tann 14. í røðini. Hann
var bert 16 ára gamal, tá ið hann
gjørdist andaligur og politiskur
leiðari hjá tibetanum.
Abraham Lincoln
Abraham Lincoln segði einaferð, at menniskju eru eins glað, og tey gera
av at vera.
Tað snýr seg ikki um, hvat tú hevur, ella hvørjum tú ert saman við. Tað
snýr seg meira um, hvør tú ert, og hvat tú gert við tað, ið møtir tær á
lívsleiðini.
Abraham Lincoln (1809 -1865)
var tann 16. forsetin í USA. Hann
stýrdi landinum undir borgara-
krígnum 1861-1865, og honum
at takka varð trælahaldið tikið av.
borgarakrígnum
166