Page 169 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Eydna er ikki at gera tað, tær
dámar. Eydna er at dáma tað, tú
gert.
James M. Barrie
Kap. 15 - Um tú vilt gleði vinna
Aristoteles
Aristoteles helt, at eydnan er bundin at, hvussu vit bera okkum at, og
fyri at gerast eydnurík eiga vit at bera okkum rætt at. Harumframt eiga
vit at gera tað til ein vana at bera okkum rætt at. Vit eiga at endurtaka
okkara góðu gerðir aftur og aftur, so at vit til endans gera tað av vana og
uttan at hugsa um tað.
Aristoteles (384 f.Kr-322 f.Kr)
var grikskur heimspekingur
og vísindamaður.
Sagt um eydnu
Eitt kettlingur gekk og rann eftir halanum á sær, meðan ein eldri ketta
sat og eygleiddi hann.
Eg havi hoyrt, at eydnan er at fnna í halasnippinum, og eg vil hava fatur
á henni, so eg altíð kann vera lukkuligur,
stunaði kettlingurin, tá ið hann
mátti rinda møðina eina løtu. Tann gamla kettan nikkaði.
Hatta havi eg eisini hoyrt. Men so við og við má eg sanna, at um eg lati vera
við at brúka orku at fanga hann, so kann eg betur taka mær av løttum. Tí eg
veit, at halasnippurin fylgir mær líka mikið, hvar eg fari.
167