Page 170 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Eydna og óeydna eru grannar.
Peder Syv
at um tú hevur trupulleikar, ið
gera, at lívið er tungt, ber til at
fáa hjálp. Men tú mást siga frá, tí
hjálpin kemur ikki av sær sjálvari.
Tosa við onkran, tú hevur álit á,
ella vitja heimasíðuna eg.fo. Har
kanst tú síggja, hvørjir møguleikar
eru at fáa ráðgeving.
Gull
Men har var eisini okkurt annað. Okkurt, sum eg sá og ikki hoyrdi. Tað
var friðarandin. Hann hevði henda gamla konan borið við sær, frá tí eg
hitti hana í fjøruni. Nú ráddi hann ósjónligur í stovuni.
Hon sat har sum ein mynd av einummenniskja, sum hevur funnið ljósið
aftan fyri lívsins tungu gátu. Hon var sloppin frá hini sváru byrðuni av
iva og døpurhuga. Nú sá hon frið og fagurleika aftan fyri alt.
Henda konan dugdi at skyna á, hvat ið var av virði í lívinum, og hvat alt
hitt glitrandi var, sum menniskjuni runnu um kapp um. Tey skotraðu
og illgittu hvønn annan fyri at koma framat.
Brot úr søguni “Gull”, eftir Sverra Patursson
Eydna og óeydna
Vit kunnu ikki vera á tindinum alla tíðina, hóast vit kanska kundu
hugsað okkum tað. Vit kunnu seta upp nakrar mótsetningar, ið meira
ella minni liggja á lívsleið okkara, og sum kunnu stinga seg fram uttan
ávaring.
eydna – óeydna
samstarv – spjaðing
stillstøða – rørsla
tryggleiki – angist
vón – vónloysi
gleði – sorg
Tað er einki menniskja, sum ikki fyrr ella seinni møtir mótburði.
Tað kann vera okkurt smávegis, brot á eitthvørt vit eru góð við ella
eitt hendiligt óhapp, men tað kann eisini vera størri mótburður sum
vanlukka, sjúka og deyði. Tað kann kennast óveruligt, og vit kunnu ikki
frammanundan vita, hvussu vit bera okkum at, tá ið vit uppliva okkurt,
ið vit helst vildu sloppið undan. Tað er eingin einføld uppskrift, ið vit tá
kunnu leita til. Men við jaligum hugburði og í samstarvi við med-
menniskju okkara ber til at fáa hjálp og síggja ljós fyri framman.
friðarandin · døpurhuga · fagurleika · skotraðu · illgittu
168