Page 176 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Norrøn­gudalæra
Tað er ilt at siga við vissu, hvussu gamla gudatrúgvin hevur verið her
á landi, tí vit hava ongar skrivligar keldur hesum viðvíkjandi. Vit vita
tó, at íslendingar hava í varðveitslu frásagnir um hin forna átrúnaðin.
Hesar frásagnir vórðu í 1100-talinum skrivaðar á skinn, ið vórðu evnað
til hetta endamál. Mesta kunnleika um gomlu gudalæruna fáa vit úr
gudakvæðunum Vøluspá og Hávamál, ið fnnast í tekstum, nevndir
Eldra Eddan. Vølvuspá er um framtíð jarðarinnar. Hávamál er um
átrúnaðin í Norðurlondum í fornøld.
Seinni gjørdi Snorri Sturlason, ið doyði í árinum 1241, eina nágreiniliga
lýsing av norrønu gudalæruni burtur úr hesum kvæðum. Tekstirnir hjá
honum verða nevndir Yngra Edda. Tá ið íslendingar um hetta mundið
ferðaðust nógv til hini Norðurlondini, er heldur ikki óhugsandi, at
hesin forni átrúnaður hevur verið kendur í øllum Norðurlondum.
Ein onnur áhugaverd kelda er frásøgn frá einum muslimskum sendi-
manni nevndur Achmad Ibn Fadlan, ið var á ferð í Norðurlondum í
árinum 922.
viðarbul · trætnað
Arábin Ibn Fadlan
Arábin Ibn Fadlan var við í eini sendinevnd, sum um summarið 922 við
ánna Volga í Russlandi hitti eitt fólkaslag, ið helst hevur verið víkingar á
handilsferð. Í ferðafrásøgn síni greiðir hann frá gudsdyrkan og siðum hjá
hesum fólkaslagi.
Tá ið skipini hava lagt at, fer hvør maður í land og hevur við sær breyð, kjøt,
leyk, mjólk og nabidh, ein fruktdrykk, og stendur við ein høgan viðarbul,
sum er reistur upp eftir enda. Ovast á honum er eitt andlit sum á einum
menniskja. Rundan um henda bulin eru smáar myndir. Aftan fyri hesar myndir
eru langir plankar stungnir niður í jørðina. Hann steðgar framman fyri tí stóru
myndini, kastar seg niður á jørðina og sigur: “O, Harri, eg komi av longum
leiðum. Eg havi við mær hesa og hasa trælkonu, hetta og hatta skinn,” til
hann hevur ramsað upp allar sínar handilsvørur. So sigur hann:”Eg eri komin
higar við hesum gávum,” og leggur so teir lutir, hann hevði við sær, framman
fyri myndina. At enda sigur hann:”Eg vil, at tú sendir mær ein keypmann við
mongum dinarum og dirharum, sum keypir fyri mín prís – uttan um trætnað.”
So gongur hann burtur haðan. Hjálpir hetta ikki, kemur hann aftur við gávum
til tær smáu myndirnar at fáa tær at biðja fyri sær.
Í staðarnøvnum, máli, skaldskapi
og hugsanarhátti fnna vit leivdir
av gomlum átrúnaði.
Perma frá 18. øld til Snorra Eddu.
174