Page 177 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 16 - Norrøn gudalæra
Bygdin Hov
Hov er gomul bygd og er umrødd í Føroyingasøgu. Har búði høvdingurin
Havgrímur, og har hevði hann hov til sína gudsdyrkan. Av hesum hevur
bygdin fngið navn. Hov var ein av høvuðsbygdinum í Føroyum í víkinga-
øld, og søgnin sigur, at stutt eftir, at Føroyar vórðu kristnaðar, varð kirkja
bygd í Hovi.
Ásatrúgv
Ásatrúgvin var trúgvin hjá norðbúgvum í fornøld og víkingaøld, henda
ásatrúgvin verður eisini nevnd norrøna gudalæran.
At norrøna gudalærarn hevur havt fótafesti her í oyggjunum kemur
fram í Føroyingasøgu. Har hoyra vit, at norski kongurin sendi Sigmund
til Føroya at kristna føroyingar. Tann kendasti er Tróndur í Gøtu, sum
meira ella minni varð noyddur at taka við kristnari trúgv.
Ásatrúgvin doyði mest sum út, tá kristindómurin kom í staðin. Sagnir
eru um, at ávísar bygdir hava verið verandi heidnar langt upp í miðøld.
Á okkara døgum eru fólk, ið hava tikið henda átrúnað til sín. Nøkur
hundrað fólk við hesum átrúnaði eru skrásett í Norðurlondum í dag.
Annars eru eisini fólk við hesum átrúnaði eitt nú í Onglandi og í USA.
Fólk við ásatrúgv eru tey, ið trúgva upp á gudar, nevndir eru æsir. Æsir
liva í Ásgarði, meðan menniskju liva í Miðgarði. Í Útgarði liva jatnir,
sum vilja ásum til lívs. Millum Ásgarð og Miðgarð er brúgvin Bivrøst,
ælabogin, har ásin Heimdalur situr á varðhaldi. Tá jatnir koma eftir
Bivrøst, skal Heimdalur blása í Gjallarhornið. Hetta er byrjanin til
Ragnarøk, heimsins undirgang.
Havgríms grøv í Hovi. Fremst í myndini grøvin hjá hestinum hjá Havgrími.
Bivrøst er brúgvin millum Ásgarð
og Miðgarð. Hon er skapað og litt
sum ælabogin. Heimdalur heldur
vakt við brúnna Bivrøst og blæsir
í Gjallarhornið, ið er ein langur
lúður. Hann sær líka væl á nátt
sum á degi, hann hoyrir grasið
grógva, og ullina á seyði vaksa.
heidnar · hov
175