Page 178 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Yggdrasil
Í norrønu gudalæruni var Yggdrasil, eisini kent sum lívsins træ, eitt
ógvuliga stórt heilagt askitræ, ið góðar og illar maktir bardust um. Hetta
træ fevndi allan heimin og helt honum saman. Krúnan var altíð grøn og
rakk upp ímóti himlinum, og tær tríggjar røturnar á trænum endaðu í
trimum ymiskum heimum, Jøtumheimi, Helheimi og hin triðja undir
Miðgarði.
Við fótin á trænum vóru keldurnar Mimisbrunnur, Urðarbrunnur og
Hvergelmir. Í Mimisbrunni fjaldi allur vísdómur seg. Í hesum brunni lá
eisini eygað á Óðini, ið hann var noyddir at ofra fyri vísdóm sín.
Við Urðarbrunn var tingstaður gudanna, har búðu eisini tær tríggjar
nornurnar, Urð, Verðandi og Skuld. Tær tríggjar avgjørdu lívið hjá
menniskjum, um tað skuldi verða stutt ella langt. Tá lívið skuldi enda,
klipti ein teirra lívstráðin av. Í Urðarbrunni lá øll vitan um tað, ið hent
var, og um tað, ið fór at henda. Tveir fuglar hildu til í brunninum, teir itu
svanir, og frá teimum eru komin øll fuglasløg, ið soleiðis verða nevnd.
Í Hvergelmi var Niðhøggur, ormurin mikli, sum í heilum gnagaði rótina
á Yggdrasil.
Í greinum træsins búði ein vitug ørn, og millum eyguni á ørnini sat ein
heykur, Veðurfølnir. Ratatoskur var ein íkorni, ið rann upp og niður í
trænum og bar øvundarorð millum Niðhøgg og ørnina.
Træið var fyri hørðum ágangi. Ormarnir í Hvergelmi gnagaðu av tí,
og millum greinarnar gingu fýra hjørtir og ótu av leyvinum. Men tær
tríggjar nornurnar, ið hildu til við træsins fót, oystu hvønn morgun
vatn úr Urðarbrunni á træið, so tað ikki skuldi følna. So heilagt var
hetta vatn, at allir lutir, ið komu í tað, gjørdust hvítir, sum hinnan undir
eggjaskali.
Nornurnar og træið, 2003, eftir Anker Eli
Petersen, f. 1959
askitræ · nornurnar
176