Page 180 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Forni átrúnaðurin
Fólk hildu, at lív teirra varð stýrt av gudum, náttúruni, trøllum og
øðrum óndum maktum. Fyri at yvirliva og kenna seg trygg var tað tí av
alstórum týdningi at halda seg væl við hesar maktir.
Vanligur hugsanarháttur var, at lagna menniskjans var løgd, og lagnuna
kanst tú sum so einki gera við. Nornurnar, Urð, Verðandi og Skuld,
ráddu fyri mannalagnum. Tær spunnu lagnutráðin.
Nornan, hon spinnur vár lagnutráð
bæði við liðum og hóllum á,
fáur fær tráðin heilt slættan,
ein táttur er silvur, ein annar er gull,
tann triði ein tárakelda so full,
tó spinnur hon tráðin rættan,
tí hann, ið gav okkum lív og ond,
heldur í spunalag, heldur um hond,
so hansara leið vit fnna.
Johanna Maria Skylv Hansen
Roynt kundi verða at blíðka tær maktir, ið høvdu ræðið, við at ofra.
Hetta varð nevnt at blóta og varð gjørt nakrar ferðir um árið.
Fyri at verja seg móti trøllum og øðrum óndum maktum var neyðugt at
kenna til ymisk snildi, so sum gátur og aðrar loynidómar, t.d. eru funnir
rúnasteinar við áskriftum ella myndum, ið eftir fornari hugsan hevur
verið hildið at verja móti illum andum.
at
Urð
merkir tað, ið er hent.
Verðandi
merkir tað, ið hendir nú,
og S
kuld
merkir tað, ið fer at henda.
at rúnir eru at fnna á rúnasteinum
og rúnakelvum í øllum tí norrøna
mentanarheiminum, eisini í
Føroyum. Rúnir vórðu hildnar at
hava serstaka megi. Tað var ikki
hvørs mans føri at rista rúnir.
Tað var eitt serligt handverk. Fá
dugdu at lesa rúnir, tí hildu fólk
rúnasteinar og rúnakelvi vera
duldarfull.
Nornurnar, 2006, eftir Edward Fuglø, f. 1965
hvørs mans føri · duldarfull
178