Page 181 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 16 - Norrøn gudalæra
Tróndur í Gøtu
Tróndur í Gøtu ætlaði at fáa Leiv, fosturson sín, giftan við Tóru
Sigmundardóttir, sum átti mikið góðs.
Hon legði treytir við, at Leivur fyrst mátti fáa greiðu á, hvussu faðir
hennara varð tikin av døgum.
Sigldu teir til Suðuroyar
á tann sama dag,
Tróndur hevði sítt rúnakelvi,
ikki gloymdi hann tað.
Tróndur fer til Sandvíkar og inn hjá Torgrími illa. Torgrímur letst einki
at vita. Tó grunar Tróndur, at Torgrímur veit meir, enn hann letst. So
roynir Tróndur gand. Hann letur kynda ein stóran eld í skálanum.
Tróndur settist í sessin tann,
ið stóð millum eld og verkið,
manaði hann teir tríggjar upp,
tann gandakallur sterki.
Teir tríggir vóru Einar suðringur, Tórur Beinisson og Sigmundur
Brestisson, sum royndu at svimja Suðuroyarfjørð, tá teir fýddu undan
Tróndi og hansara monnum. Einar og Tórur sjólótust, men Sigmundur
vann upp land, har hann avmaktaður lá í taranum. Har funnu
Torgrímur og synir hansara hann og gjørdu av við hann, so teir kundu
fáa reyðargulsringin, hann bar um armin. Nú var gátan loyst, ringurin
funnin, og Leivur fekk Tóru Sigmundardóttir til konu.
Líkið av Tóra, sum seinni rak á land, var grivið saman við líki Sigmundar
í sandinum í Sandvík. Tey vóru seinni grivin upp aftur og jarðað í
Skúvoy við kirkjuna, sum Sigmundur hevði latið bygt har.
179