Page 182 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Í Christianskirkjuni í Klaksvík
er ein ógvuliga forvitnisligur
lutur. Tað er ein skírnarfuntur,
doypifuntur, sum sigst at vera
ein gomul offurskál, ið hevur
staðið í einum heidnum gudahovi
sum offurbolli. Hann er funnin
í einum gomlum kirkjutoftum
í Norðursjællandi. Danska
tjóðsavnið læt kirkjuni hann sum
gávu, tá hon varð vígd í 1963,
og sigst hann vera eini 4000 ára
gamal.
Rúnasteinur í Sandavágs kirkju
Frammi í kóri stendur rúnasteinurin, og á honum stendur skrivað:
“Torkil Onundarson Eystmaður av Rogalandi bygdi henda stað fyrst”
Tað var í 1916, at tey funnu rúnirnar á steininum. Mikkjal á Ryggi varð
boðsendur at týða rúnirnar. Hann týddi eftir besta førimuni og hevði
einans misskilt okkurt orð, sum seinni varð rættað. Fyrr stóð stein-
urin uttan fyri kirkjuna, men harða veðurlagið í Føroyum fór ov illa við
steininum og kámaði skriftina. Tí varð hann futtur inn í kirkjuna.
Ofring
Í byrjanini ofraðu ella blótaðu norðbúgvar ymsastaðni úti í náttúruni.
Tey ofraðu virðislutir, ið vórðu grivnir niður ella hongdir upp og eldur
settur á, so roykurin kundi náa gudunum.
Vórðu djór ofrað, hildu tey ofta eitt gildi, har nakað av kjøtinum varð
etið. Á henda hátt hildu tey seg vera nærri gudunum.
Seinni fóru tey at byggja serstøk hús, har ofrað varð. Men eisini heima
við hús varð hildið tætt samband við gudarnar. Umráðandi var at vísa
teimum takksemi, tí tey hildu seg við hesumhava tryggari framtíðarvánir.
Lívsins byrjan
Tá ið barn varð føtt, skuldi tað berast fram fyri pápan, ið avgjørdi, um
barnið skuldi hava navn og liva, ella tað skuldi setast út at doyggja.
Navngivið varð eftir ávísum siðum. Helst varð hildið, at tey deyðu
kundu føðast av nýggjum, og tað hevur ávirkað navnavalið. Fyrst fødda
dreingjabarn varð ofta uppkallað eftir abbanum í faðirætt.
Familjan
At vera raskur og arbeiðssamur var stór dygd. Samanhaldið í familjuni
var gott, og fólk settu æru í at verja síni. Varð onkur av teirra nærmastu
álopin ella dripin, skuldi hetta hevnast. Av hesi orsøk var tað eisini við
hvørt rætt og loyvt at drepa fyri at verja æruna.
Í Christianskirkjuni í Klaksvík
kámaði · gildi · framtíðarvánir
180