Page 183 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 16 - Norrøn gudalæra
Óðin
Hægstur av gudunum í Ásgarði var Óðin. Hann var skapari menn-
iskjans, krígsgudur og deyðsgudur. Harafturat var hann vísdómsgudur.
Fyri at gerast vísdómsgudur mátti hann drekka av vísdómskelduni.
Hetta læt seg bara gera við at geva Mimi, einum av jatnunum, annað
eygað í pant. Óðin ráddi yvir eydnu og óeydnu manna. Av og á legði
hann eisini upp í bardagar og gjørdi av, hvør vinna skuldi. Spjótið hjá
Óðini kundi bæði fara ígjøgnum træ, stein og metal.
Tað var Óðin, sum saman við beiggjum sínum Vilja og Ve, skapti
fyrstu menniskjuni. Ein dagin teir gingu niðri í fjøruni, funnu teir tvey
træpetti, ið vóru rikin á land.
Teir umskapaðu træpettini til tvey menniskju, ein mann og eina kvinnu.
Maðurin fekk navnið Askur og kvinnan Embla. Óðin blásti lívsanda í
tey. Vilji gav teimum skil og rørslu og Ve gav teimum sansir og talu.
Óðin og Sleipnir.
pant
181