Page 184 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Valhøll
Óðin búði í Valhøll. Har vóru 540 hurðar, og hvør teirra var so stór, at
800 mans kundu ganga skrúðgongu gjøgnum dyrnar lið um lið.
Frigg
Kona Óðins æt Frigg. Frigg var ógvuliga sjálvbjargin og búði fyri seg
sjálva í glæsiliga garðinum Fensalir.
Hugin og Munin
Óðin hevði tveir ravnar. Hesir ravnar sótu á herðum hansara. Hvønn
morgun fugu teir út at kanna, hvat hendi í heiminum. Síðani fugu teir
heimaftur og lýddi honum í oyra, hvat teir høvdu sæð og hoyrt.
Sleipnir
Hestur Óðins nevndist Sleipnir. Hann hevði átta bein og ferðaðist
lættliga um land og hav og ígjøgnum loftið.
Tá ið stormur var, hildu fólk, at tað var Óðin, ið reið gjøgnum luftina
á sínum áttabeinta hesti. Hann var á veg við deyðum krígsmonnum til
Valhallar. Virðiligasti deyði, ið menn kundu fáa, var at doyggja á vali, á
krígsvølli. Teir, ið doyðu í bardaga, vórðu av valkyrjunum førdir í Óðins
høll, Valhøll, har teir sluppu at halda veitslu og stríðast hvønn dag til
Ragnarøk, ið var heimsins endi.
Tórur
Tórur var sonur Óðins. Mamma hansara æt Jørð, ið var ein av ásynjunum
ella gudinnunum í Ásgarði. Hesar gudinnur ráddu fyri læknalistum,
lyftum, kærleika og eiðum. Tórur var krígsgudur og sterkastur av øllum
gudum og monnum. Tórur vardi menniskju ímóti jatnum og øðrum
óndum maktum.
Tórur hevði ein hamara, ið nevndist Mjølnir. Við hesum hamara drap
hann sjálvt tann størsta og sterkasta jøtunin. Altíð var hann sigurharri.
Hann hevði ein vogn, sum tveir geitarbukkar drógu. Gjørdist hann
svangur, drap hann báðar bukkarnar og át teir. Tórur ansaði væl eftir
hvørjum einasta beini og legði tey aftur á bukkaskinnini. Tá ið hann
var mettur, vakti hann bukkarnar aftur, við at reiggja hamaran yvir
skinnunum og beinunum.
at navnið á høvuðsstaði okkara,
Tórshavn, er samansett av norrøna
gudinum Tór og havn og hevur
hamaran Mjølnir sum býarmerki.
Ein gudinna æt Iðunn. Hon átti
vakrar eskjur, har hon goymdi epli,
sum høvdu merkiligan eginleika.
Tá ið gudarnir eldust og gránaðu,
fngu teir ein munnbita av
eplunum, og gjørdust ungir aftur.
glæsiliga · valkyrjunum · læknalistum
182