Page 185 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 16 - Norrøn gudalæra
Tá ið Tórur var á ferð á himmalhválvinum við vogni sínum, stóð eldur
úr nasagluggunum á bukkunum, og neistar komu frá hógvunum. Vogn-
urin helt nógvan gang. Um jatnir vóru at síggja, kastaði Tórur Mjølnir
eftir teimum. So sóust snarljós, og toran gelti. Navnið tora kemur av
Tóra.
Tórur verður umtalaður í mongum av Eddukvæðunum, t.d. í Hárbarðs-
ljóðum, har hann reypar av avrikum sínum.
Eg var á eysturleið,
bardist við jatnir,
illar gívrar
ið gingu á fjalli.
Fjølment hevði jatnaætt verið
um allir enn livdu,
so varð ongin
eftir í Miðgarði.
at Mjølnir hevur lagt navn til
fogbóltsfelag í Klaksvík.
Tórur í vogninum, 1865, eftir Ludwig Pietsch
(1824-1911)
183