Page 186 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Siv
Kona Tór æt Siv. Navnið Siv merkir kona. Hon var tann vakrasta av
øllum kvinnum og gudinnum.
Froya
Froyur og Froya vóru systkin. Froya var kærleiksgudinnan. Hon var gift
manni, ið nevndist Óður. Hann fór burtur á ferð, men kom ongantíð
aftur. Eftir sat Froya og græt. Tár hennara vóru av reyðargulli. Hon var
tiltikin vøkur. Hon hevði ein vogn, sum tvær kettur drógu. Froya var
hjákona Óðins. Hon ráddi fyri kærleika og deyða.
Froyur
Froyur var fruktbarisgudurin og gudur høvdinganna. Froyur átti skip,
har pláss var fyri øllum ásunum. Skipið hevði altíð góðan byr og kundi
sigla bæði á landi og sjógvi. Skipið kundi leggjast saman sum eitt turri-
klæði, tá ið tað ikki varð brúkt. Froyur hevði ein gølt, sum lýsti í myrkri
og var skjótari enn nakar hestur.
Froya hjá dvørgunum, eftir Louis Huard (1813-1874)
Froyur og Skímir breiða út fruktbari, 1882, eftir Carl Emil Doepler (1824-1905)
hjákona · fruktbarisgudurin · góðan byr · gølt
184