Page 187 - Kristni8næmingabok

This is a SEO version of Kristni8næmingabok. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Kap. 16 - Norrøn gudalæra
Týr
Týr var hin djarvasti av ásunum. Hann ráddi mest fyri sigrum í bardaga
og var góður at heita á hjá reystmonnum. Týr hevði bara eina hond.
Fenrisúlvurin beit hina av.
Loki
Loki var vakur, men óndur og loyndarfullur. Hann dugdi gand og
var altíð klárur at loypa split í. Hann átti børnini Hel, Fenrisúlvin og
Miðgarðsormin.
Hel
Hel var dóttir Loka og deyðsgudinna. Hon ráddi í Helheimi, ið lá undir
jørð. Hagar fóru øll tey, ið doyðu av sjúku ella av elli. Teir, ið doyðu í
bardaga, fóru til Valhallar, og har livdu teir ævigt hjá gudunum.
Tjassi fýgur í arnarhami við Loka, 1906, eftir Lorenz Frølich (1820-1908)
185