Pætur ápostul
Hildið verður, at tað er Lukas evangelistur, ið hevur skrivað Ápostla-
søguna, møguliga hevur hann fngið hjálp frá øðrum til hetta arbeiðið.
Ápostlasøgan byrjar, har evangeliini enda við Jesu deyða, uppreisn og
himmalsferð. Vit fáa innlit í tað arbeiðið, ið lærusveinar Jesu gjørdu
eftir deyða og uppreisn hansara. Í fyrra parti av Ápostlasøguni er Pætur
høvuðspersónur. Í seinna parti er Paulus høvuðspersónur.
Á hvítusunnu
Eftir at heilagi andin var komin yvir Jesu lærusveinar, fngu teir frímóð
at fara út at bera gleðiboðini um Jesus. Eins og ringar breiða seg, tá ið
steinur verður kastaður í vatn, soleiðis fór heilagi andin um lond.
Kristus gongur á vatninum, 1944, eftir Samuel Joensen-Mikines (1906–1979)
at ápostul merkir sendiboð.
Í Bíbliuni fær Paulus eisini heitið
ápostul, hóast hann ikki var
ímillum teir tólv lærusveinar Jesu.
frímóð
18